* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Cap San Tainaro var á veg til Antwerpen í Belgia, tá kolumgianska sjóverjan steðgaði skipinum.

Hald lagt á kokain umborð á Mærsk-skipi

Kolumbianska sjóverjan hevur funnið 1144 kg av reinum kokaini umborð á Cap San Tainaro, sum siglir undir reiðarínum, Hamburg Süd, og sum Mærsk aftur eigur. Skipið var á veg til Evropa.

 

Cap San Tainaro varð steðgað fyrrapartin fríggjadagin 21 fjórðingar úr Port of Barranquilla á veg til Caucedi í Dominikanska lýveldinum.

 

Skipið hoyrir til Hamburg Süd, sum Mærsk altso eigur, og kolumbianska løgverjan fann 1144 kg av kokaini í einari bingju umborð.

 

15 fólk vórðu handtikin. Óvist er, um nakar av manningini er millum tey handtiknu.

 

Kokainið, sum eftir “Clan Gulf-harkaliðið” eftir øllum at døma eigur, var á veg til Antwerpen í Beliga. Í Evropa hevði kokainið havt eitt virði uppá 425 milliónir krónur.

 

Kelda: Søfart