* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Franskir myndugleikar hava lagt hald á Baltic Leader.

Hald lagt á russiskt farmaskip í Ermasundi

Franska sjóverjan hevur steðgað einum russiskum farmaskipi út fyri Le Havre, tí skipið skal hava samband við ein av russisku bankunum, Promsvyazbank, sum Vesturheimurin hevur fryst inni sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.

 

Baltic Leader var á veg úr Rouen til Skt. Pætursborg við einari last av bilum (verður hildið uppá), tá franska sjóverjan steðgaði tí í Ermasundi, og noyddi tað í havn í Boulogne-sur-Mer.

 

Fyribils verður skipið afturhildið, meðan fronsku myndugleikarnir kanna ognarviðurskiftini.

 

Sambært bretska trygdarfelagnum, Dryad Global, er skipið umvegis eina røð av feløgum, undir eftirliti av Petr Fradkov, bankastjóra, sum er sonur Mikhail Fradkov, ið er fyrrverandi russiskur forsætisráðharri og leiðari í fregnartænastuni.

 

Promsvyazbank sigur, at bankin ikki eigur skipið longur.

 

Tað er bara skipið, sum verður hildið aftur, manningin hevur frítt at fara.

 

Kelda: Maritimedanmark