* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiska skipið, sum ukrainar hava lagt hald á, Nika Spirit.

Hald lagt á skip: Góðkenning frá ukrainskum dómstóli

Ukrainskir myndugleikar góðkenna nú, at hald verður lagt á russiska tangaskipið, Nika Spirit. Tað gjørdi ein ukrainskur dómstólur av fyrr í vikuni.

 

Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at Nika Spirit var eitt av skipunum, sum var við í átakinum, tá russar løgdu hald á trý smærri ukrainsk skip í fjør.

 

Teir tíggju av manningini á Nika Spirtin eru latnir leysir, og eru farnir heim til Russlands.

 

Síðani tað var við í átakinum ímóti teimum trimum ukrainsku skipinum, hevur Nika Spirit broytt navn og er selt. Nýggi eigarin, Fos Shipping Management, upplýsir fyri russisku tíðindastovuni, Tass, at reiðaríið fer at royna at fáa leyslatið skipið.

 

Teir 24 av manningini á teimum trimum ukrainsku skipunum, sum russar hava lagt hald á, verða framvegis hildnir fangar í Russlandi. Har eru teir skuldsettir fyri at hava “brotið russiska markið”.

 

Kelda: Maritime Danmark