* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tey bæði reikferðaskipini, sum hald er lagt á, Crystal Serenity og Crystal Symphony.

Hald lagt á tvey reikferðaskip á Bahamas

Eftir at tey broyttu kós fyri at sleppa undan at verða hildin aftur í USA, eru tvey reikferðaskip hjá Crystal Cruises nú komin Bahamas. Og har hava myndugleikarnir lagt hald á skipini.

 

Skipararnir á Crystal Serenity og Crystal Symphony kunnaðu manningina um, at skipini fóru at verða hildin aftur, tá tey komu til Bahamas.

 

Chrystal Symphony var tað fyrra skipið at broyta kós, tá ein rættur í Miami gav boð um at leggja hald á tað. Hetta hendi, tá Chrystal Symphony var á veg aftur til Florida eftir eina reikferð.

 

Tað var ein brennievnisveitari, sum hevði biðið rættin um at halda skipunum aftur, til ein rokning upp á 5 milliónir dollarar, sum tey bæði skipini høvdu fingið í brennievni, var goldin.

 

Áðrenn hald varð lagt á skipini, hevði manningin sent bræv til reiðaríið um, at tað vantaði proviantur umborð.

 

Bæði skipini komu til Freeport á Bahamas 4. februar, og hald varð lagt á tey beinanvegin.

 

Bæði skipini eru eisini skrásett á Bahamas.

 

Kelda: Maritime-Executive