* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping. Fleiri føroyingar sigla við skipum hjá reiðarínum.

Hall hjá Simon Møkster Shipping fyri 2019

Úrslitið hjá Simon Møkster Shipping varð ávirkað bæði av lágum oljuprísum og Covid-19. Lægri inntøkur og hægri kostnaðir førdu til tvey-siffrað milliónahall. Fleiri føroyingar sigla við norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping.

 

Norski miðilin Skipsrevyen skrivar, at inntøkurnar hjá felagnum vuksu í 2019 samanborið við árið fyri. Men kortini vuksu útreiðslurnar so nógv, at úrslitið vísir eitt tveysiffrað hall. Stórur partur av útreiðslunum stava frá niðurskrivingum.

 

Eginognin í felagnum minkaði úr 151,7 milliónum norskum krónum í 2018 niður í 132 milliónir norskar krónur í 2019.

 

- Koronafarsóttin fer at ávirka felagið í framtíðini. Tað gevur avbjóðingar og meirútreiðslur kring manningarskifti og tøkniligan- og operasjónellan- ella atgerðarrakstur. Hvussu umfatandi, tað verður, er ilt at siga í dag, skrivar nevndin í ársfrágreiðingini.

 

Eitt av skipunum hjá Simon Møkster Shipping lá við bryggju uttan arbeiði seinast í 2018, og í dag liggja fleiri skip hjá felagnum fyri einki.

 

Kelda: Skipsrevyen