* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hámarksferð skal minka um CO2-útlátið

Frakland skjýtur upp at seta í gildi hámarksferð fyri skip fyri á tann hátt at minka um CO2-útlátið í skipaferðsluni. Tað sæst í einum uppskoti, sum landið hevur sent til altjóða sjófartsfelagsskapin hjá ST, IMO.

 

- Havandi í huga átrokandi tørvin og trýstið á skipaferðsluna at røkka málið um at minka um vakstrarhúsgassini, skjýtur Frakland upp eina tilgongd í tveimum stigum. Tað snýr seg um at seta hámarksferð á skip – alt eftir hvørjum bólki, tey eru í, skrivar franska stjórin í uppskotinum, sambært Shippingwatch.

 

Frakland vísir á, at eftir fíggjarkreppuna í 2008 settu nógv skip ferðina niður, og sambært einari kanning hjá IMO førdi tað til, at útlátið av vakstrarhúsgassum minkaði munandi.

 

Frakland viðurkennir, at t.d. bingjuskip longu hava sett ferðina niður, og vil í staðin hyggja eftir, hvussu skjótt nýggj skip skulu kunna sigla.

 

Teir tríggir shipping-felagsskapirnir, Interlargo, Intertango og evropiska reiðarafelagið, ECSA, mæltu í februar til lægri ferð sum ein “realistiskan veg” at røkka málið um lægri CO2-útlát.

 

Donsk reiðarí hava víst á, at eitt slíkt uppskot kann ganga útyvir reiðarí, sum longu hava gjørt íløgur í orku-úrslitagóð skip, tí tá kunnu gomul skip gerast eins attraktiv sum nýggju skipini.

 

Kelda: Shippingwatch