* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vard Søviknes-skipasmiðjan í Noregi hevur handað fyrsta av fleiri rannsóknar reikferðaskipum.

Handaðu fyrsta rannsóknar-reikferðaskipið

Skrokkurin kom til Vard Søviknes-skipasmiðjuna í januar at gerast út og at gerast liðugt. Skipið varð handað franska, PONANT, fríggjadagin, og komandi vikuskifti setur “Le Lapérouse” kós móti Íslandi.

 

Fimm mánaðir eftir at skrokkurin kom til bryggju, er skipið liðugt og handað franska reikferðareiðarínum, Ponant.

 

- Hetta er ein stór og umfatandi verkætlan, og vit eru rættiliga errin av at hava latið okkara fyrsta ransóknar-reikferðaskip til tíðina við nógvum lovorðum frá kunda okkara. Eg eri eisini hugtikin av tí avriki, smidleika og ídni, sum øll okkara starvsfólk hava sýnt hesi ætlanini, sigur Frode Klok, skipasmiðjustjóri, í einum tíðindaskrivi.

 

Vard fekk í 2016 sáttmála um fyrstu rannsóknar-reikferðaskipini og tryggjaði sær soleiðis sáttmála um fýra skip til Ponant. Síðani hevur reiðaríið bílagt tvey skip aftrat av hesum sama slagnum - aftrat einum ísbrótandi rannsóknar-reikferðaskipi.

 

Vard Søviknes-skipasmiðjan skal handa skipini millum 2018 og 2021.

 

Skrokkurin á hesum fyrsta skipinum varð smíðaður á Vard-skipasmiðju í Rumenia og varð sleipaður til Noregs.

 

“Le Lapérouse” setur nú kós móti Íslandi og fer um nakrar fáar dagar á fyrstu reikferð (cruiseferð) sína.

 

Kelda: Skipsrevyen