* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Handilsboom: Størsti bingjuvøkstur í 6 ár

Mált eftir virkseminum í heimsins bingjuhavnum eru framtíðarútlitini góð hjá heimsins bingjureiðaríum. Gjøgnumrákið av bingjum hækkaði við 7,7 pst. í 3. ársfjórðingi, sum sambært Alphaliner er størsti vøksturin síðani 2011.

Kanningin hjá Alphaliner umfatar meira enn 200 havnir, sum standa fyri meira enn 75 pst. av heims bingjunøgdini, og vísir hækkingar í flutningsgjøldunum, sum eru hægri enn í teimum báðum undanfarnu ársfjórðingunum, sum lendu á ávikavist 7,4 pst. og 5,8 pst. 

Fyri alt árið 2017 hevur Alphaliner hækkað vakstrarmeting sína til 6,4 pst. 

Allir heimspartar hava havt vøkstur samanborið við somu tíð í fjør við Latínamerika á odda við einum vakstrargjaldi upp á 10 pst. í triðja ársfjórðingi. Mexico hevði næststørsta vøksturin í økinum upp á 15,2 pst. í tíðarskeiðnum, meðan Panama hevði eina framgongd upp á 11,1 pct.

Kelda: World Maritime News