* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Handilskríggið fær lítið árin á shippingvinnuna

Greiningarhúsið, Drewry, heldur, at handilskríggið millum USA og Kina fer at hava lítið og stutt árin á bingjumarknaðin. Broytt handilsmynstur kunnu í veruleikanum skumpa undir shipping rætta vegin, verður sagt.

 

Árinið á bingjumarknaðin varir bara í stutta tíð, og í longdini kann tað eisini gerast ein beinleiðis fyrimunur.

 

Í einum nýggjum notati metir greiningarhúsið, Drewry, at spenningarnir millum USA og Kina, sum hava sett eina rúgvu av tollforðingum í gildi fyri innflutningi av vørum hvør frá øðrum, fer at føra til eitt broytt handilsmynstur.

 

Orsøkin er, at framleiðsluvirkini noyðast at finna leverandørar í øðrum londum enn Kina.

 

- Hetta fer at órógva bingjumarknaðin í styttri tíð, meðan handilssambondini verða funnin, men framleiðslan fer at geva tørvinum á shipping eitt “boost” – um eftirspurningurin verður hin sami.

Kina fer at halda fram sum miðdepil í heimsins bingjuútflutningi, skrivar Dewry.

 

Kelda: ShippingWatch