* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hans Hedtoft gjørdist danska svarið upp á Titanic

Í gjár vóru 59 ár síðani MS Hans Hedtoft fór undir lagnutungu heimferð sína á jomfrútúrinum til Julianehåb í Grønlandi. Ein ferð, sum endaði dagin eftir, tá skipið bar við eitt ísfjall og sakk við eini manning upp á 40 og 55 ferðafólkum umborð. Ein ungur føroyingur var millum ferðafólkini.

Bert ein bjargingarkransur varð funnin frá syndarliga skipbrotinum, sum í dag stendur sum síðsta skipbrotið, ið kravdi mannalív, elvt av einum ísfjalli.

Hans Hedtoft var størsta og nýggjasta skipið hjá Kongaliga Grønlendska Handlinum. Tað var - eins og Titanic - sagt at vera tryggasta skipið, sum ikki kundi søkka. Tað var bygt við dupultum skrokki, styrktum bógvi og sjey vatntøttum deildum. Siglingartólini vóru tey mest framkomnu tá í tíðini og bjargingarbátarnir vóru útgjørdir við radioútgerð.

Men alt til fánýtis.

Fyrsta neyðarkallið kom klokkan 13.56 lokala tíð. Boðað varð frá, at skipið hevði borið við eitt ísfjall á positiónini 59°30′N 43°00′W. Amerikanska vaktar- og bjargingarskipið USCGC Campbell og tveir týskir trolarar hoyrdu neyðarkallið.

Ein tíma seinni boðaði Hans Hedtoft frá, at maskinrúmið var undir í sjógvi. Kl. 15.12 ljóðaðu boðini, at skipið nú byrjaði at søkka. Kl. 17.41 kom ein fráboðan aftrat: “Vit søkka spakuliga. Tørva hjálp í stundini.” 

Ein hálvan tíma seinni hoyrdi annar av týsku trolarunum eitt veikt neyðarkall. “Nú søkka vit”. Tað var síðsta lívstekinið frá Hans Hedtoft.

31. januar boðaði USCGC Campbell frá, at veðrið har á leiðini var tað ringasta, teir høvdu upplivað, og at ongin spor vóru funnin av Hans Hedtoft. Onki flogfar slapp á flog og 7. februar varð leitingin steðgað.

Níggju mánaðir seinni rak ein bjargingarkransur frá Hans Hedtoft á land í Føroyum.

Kelda: Maritime Executive v.fl.