* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Hanstholm.

Hanstholm hevur tikið fyrsta stigið fram ímóti at gerast fyrsta CO2-nevtrala fiskivinnuhavnin í Evropa. Havnin hevur undirskrivað eina ætlanaryvirslýsing við European Energy, sum felagið – aftrat sól- og vindorkuskipan – eisini ætlar at skipa eitt Power-t-X-støð at framleiða e-metanol og vetni/brint saman við á havnarøkinum.

 

Tað skrivar Maritimedanmark.

 

- Við at víðka Hanstholm havn hava við fingið orku at  byrja eitt orkuævintýr, sum kann styrkja grønu broytingina, fáa milliardaíløgur til grønar ídnaðir og skapa eyka arbeiði milum mongu tænastuvirkini, sigur havnarstjórin, Nils Skeby.

 

Seinastu tíðina hevur Hanstholm havn verið í samráðingum við danska mennaran av varandi orku, European Energy, um møguleikan at samstarva um grundarlagið fyri einum orkufelagsskapi á havnini.

 

Málið við ætlanaryvirlýsingini er at slóða fyri, at Hanstholm havn verður grønasta og fyrsta CO2-nevtrala fiskivinnuhavnin í Evropa. Ætlanin setir fokur á Power-to-X umvegis eina sterka havnarsymbiosu, har endurnýtsla av restvørum frá lokala ídnaðinum verður til varandi orku.

 

Hanstholm havn og European Energi vænta at byrjað veruligar samráðingar um endaliga avtalu fyrst í hesum mánaðinum.

 

Kelda: Maritimedanmark