* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hapag-Lloyd fer at leggja bingjuskipið, Sajir, um til LNG.

Hapag-Lloyd fer at leggja 15.000 TEU-skip um til NLG

Sum fyrsta reiðaríið í heiminum fer týska bingjureiðaríið, Hapag-Lloyd, at broyta ella uppstiga eitt bingjuskip í 15.000 TEU-flokkinum til LNG-rakstur.

 

Talan er um bingjuskipið “Sajir”, sum varð smíðað í 2014. Hetta skipið er, eins og tey 16 systurskipini, gjørt út at kunna uppstiga til LNG. Sáttmálin at uppstiga Sajir varð undirskrivaður við Hudong Zhonghua Shipbuilding Group fyri viku síðani. Arbeiðið verður gjørt á skipasmiðjuni hjá Hudong í Shanghai.

 

Her verður verandi maskina í Sajir uppstigað til eina dual fuel-maskinu, sum annahvørt kann koyra við LNG ella LSFO, sum er low-sulphor fuel oil.

 

- Við at uppstiga Sajir verður talan um fyrsta reiðaríið, sum uppstigar eitt bingjuskip í teirri støddini til LNG, sigur flotastjórin í Hapag-Lloyd í einum tíðindaskrivi.

 

Hapag-Lloyd væntar at CO2-útlátið verður minkað við millum 15-30 prosentum eftir at lagt er um til LNG.

 

Kelda: Søfart