* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hapag-Lloyd keypir 3.700 MCI-bingjur

Hapag-Lloyd hevur keypt 3.700 Star Cool Integrated ™ bingjur frá Maersk Container Industry (MCI). Av hesum fara 1.000 at brúka R513A kølievni, sum avmarkar ávirkanina av alheims upphitingini við 44 prosentum samanborið við vanliga nýtta R134A kølievnið.

”Vit taka undir við málinum hjá Hapag-Lloyd um at minka um umhvørvisávirkanina og eru fegin um, at tey aftur hava valt Star Cool Integrated-loysnina," sigur Søren Leth Johannsen, tekniskur stjóri hjá MCI. 

Til tess at eftirlíka ynskjunum frá marknaðinum um meira umhvørvisvinarlig kølievni, er Hapag-Lloyd fyrsta reiðaríið, sum fer at brúka GWP R513A kølievnisblandingina, sum MCI herfyri fór undir at gera. R513A Star Cool-eindin skal lúka umhvørvisverndarlóggávuna fyri verandi tøknifrøðiligu pallarnar, sum verða navnkendir við t.d. F-gassforskriftunum í ES.

Allar Star Cool-eindir, ið eru framleiddar eftir juli 2017, kunnu veitast annaðhvørt við R513A ella sum "R513A-optimeraðar", sum ger eina konvertering til R513A møguliga eina og hvørja tíð uttan broytingar. Allar Star Cool-eindir, sum eru framleiddar fyri juli 2017, kallast "R513A-ready", sum merkir, at tær kunnu umstillast til at brúka R513A við bert smáum broytingum.

Tær 3.700 40-fóts høgu-cube bingjurnar verða í løtuni framleiddar og latnar av framleiðsluverksmiðjunum hjá MCI í Kili og Kina.

Kelda: Maersk Container Industry/maritimedanmark.dk