* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Diamond Princess, sum er eitt av mongum reikferðaskipum hjá Carneval Corporation.

Hart raktur skiparisi æltar at byrja 1. august

Heimsins størsta krúsreiðaríð, Carnival Corporation, ætlar at byrja nakrar av reikferðum sínum frá USA aftur 1. august. Tað ætlar felagið at gera í einari roynd at endurstarta ein milliardahandil, sum hevur ligið bakk í longri tíð orsakað av koronavirusinum.

           

Carnival Corporation upplýsir, at felagið ætlar at taka reikferðir uppaftur við átta skipum hjá felagnum úr Miami, Port Canaveral og Galveston 1. august, meðan ferðir úr øllum øðrum norðuramerikonskum og avstralskum havnum liggja stillar til fyribils 31. august.

 

Koronakreppan hevur rakt øll krúsreiðarí hart við hundraðtals avlýsingum, men Carnival er tað reiðaríið, har umdømið varð harðast rakt.

 

Í minsta lagi trý av skipunum, millum annað Princess Cruise-brandið, vórðu kend um allan heim sum miðstøðir fyri koronavirusinum.

 

Mest hoyrdu vit um Diamond Princess, sum lá í sóttarhaldi við 3.700 ferðafólkum í Yokohama í Japan í februar. Myndir av skipinum vórðu vístar umaftur og umaftur. Tað var áðrenn, koronakreppan av álvara raktið Evropa.

 

Kelda: gCaptain