* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bóvportrið á Estoniu verður tikið upp fyri fleiri árum síðan.

Svensk skaðanevnd heldur, at grót á havbotninum kann vera ein frágreiðing uppá, hví tvey hol eru í skrokkinum á Estoniu.

 

Týsdagin løgdu skaðanevndirnar í Svøríki og Estlandi eina nýggja frágreiðing fram eftir kanningar, sum vórðu gjørdar í summar. Kanningarnar eru gjørdar á staðnum, har Estonina liggur á havsins botni.

 

Skaðanevndirnar hjá teimum báðum londunum fóru í gongd við nýggjar kanningar í juli í ár, eftir at ein heimildarfilmur fyri tveimum árum síðan setti spurnartekin við niðurstøðurnar, sum vórðu gjørdar í almennu vanlukkufrágreiðingunum.

 

Í heimildarfilminum vóru millum annað myndir av tveimum størri holum í skipaskrokkinum. Hol, sum eingin visti um fyrr enn tá.

 

Fyrr hevur verið tosað um spreingingar umborð á ferjuni.

 

Martin Jakobsen, professari í havlívfrøði og geofysikk við Universitetið í Stokkhólmi, sigur, at á tí partinum á havbotninum, har norðara síðan á Estoniu liggur og har tey bæði holini eru funnin í skrokkinum, er bæði hella og grót.

 

Estonia, sum var á veg úr Talinn til Stokkhólm, sakk í illveðri tíðliga hin 28. september í 1994.

 

852 fólk doyðu í vanlukkuni, og 137 komu frá hendingini á lívi.

 

Kelda: Søfart