* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja ferðafólkaskipið hjá Havila Kystruten, Havila Capella.

Í November 2021 varð Havila Capella handað Havila Kystruten AS av Tersan Shipyard í Turkalandi.

 

Havila Capella, sum er tað fyrsta af fýra sama slag skipum, skal røkja rutuna frá Bergen heilt norður til Kirkenes og niður aftur til Bergen. Sjey skip røkja hesa farleiðina, fýra hjá Skundrutuni/Hurtigrutuni og trý skip hjá Havila Kystrutuni.

 

Aftaná trupulleikar av ymsum slag og útsetingar fer skipið hjá Havila nú at vera klár at seta í sigling.

 

Skipið er 124 metrar langt og 22 metrar breitt. Ferðafólkakapasiteturin er 640 fólk, og skipið hevur 179 kømur. Innbúgvið hevur fingið íblástur av havi, himmali, fjøllum og ísjøklum. Maturin, sum verður borðreiddur umborð, er matur frá býum og bygdarløgum, tú sært, tú tú hyggur út gjøgnum vindeyguni/kúgveyguni, meðan siglt verður.

 

Bent Martini, stjóri í Havila Kystruten, fegnast um, at skipið nú kann setast í sigling, og sleppur at merkja natúruna upp við norsku strondini.

 

- Tá vit nú koma við einum nýggjum skipi, tí fyrsta í átta ár, og trý skip koma aftrat, so tori eg at siga, at hetta verður eitt søguligt ár, sigur Bent Martini.

 

Kelda: Maritimt.no