* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Havila selur tvey skip

Eftir eitt stórt undirskot í øðrum ársfjórðingi hevur Havila Shipping selt tvey akkerhandfaringarskip, sum skulu latast nýggju eigarunum um miðjan november.

Havila Shipping hevur selt tvey akkerhandfaringarskip til ein ókendan keypara.

Tey bæði skipini, Post Vibrant og Posh Virtue, skulu latast nýggja eigaranum í seinnu helvt av november, skrivar frálandsreiðaríið í eini fráboðan til keypskálan í Oslo.

Sølan merkir, at lánveitarar og Havila ætla at inna tekningarrættir og umleggja skuld til partabrøv, so talið á partabrøvum í Havila økist við uml. 124.200.000 til uml. 1.891.000.000, skrivar Havila.

Sambært reiðarínum fer sølan bert at hava lítlan týdning fyri komandi úrslitið og merkja eina "avmarkaða javning av eginpeninginum". 

Norska reiðaríið fekk í februar í lag eina bjargingarætlan, ið økir eginpeningin munandi og tryggjar nýggjar treytir fyri miljardaskuldini hjá reiðarínum.

Kreppan í frálandsvinnuni hevur rakt reiðaríið meint, og í seinasta almannakunngjørda roknskapinum fyri annan ársfjórðing hevði Havila eitt stórt undirskot fyri skatt upp á 105,1 mió. norskar kr.

Kelda: shippingwatch.dk