* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Havísur kann elva til fleiri skipbrot í Norðuratlantshavi

Havísur úr Arktis, sum í mai og juni í fjør kom sníkjandi úr Norðurgrønlandi, rak umleið 1.700 fjórðingar og endaði tíðliga á sumri heilt niðri í Nýfoundlandi. Her máttu handilsskip, fiskiskip og ferjur hava hjálp frá ísbrótara, meðan onnur skip sukku.

Kanadiska vaktar- og bjargingartænastan bað tíðliga í fjørsummar rannsóknarskipið Amundsen, sum eisini kann bróta ís, um at steðga á við eini vísindaligari rannsóknarferð. Ístaðin skuldi skipið fylgja ferjum út í opið hav og luttaka í leiting og bjarging av øðrum skipum, ið sótu føst í ísinum.

Í framtíðini kunnu slíkar hendingar fara at henda oftari. Alheims upphitingin fær nevniliga havísin í Arktis at slíta seg leysan tíðliga á vári orsakað av hækkandi temperaturum, sum gera hann tynri um veturin og skroypuligari. Hharumframt kannhann náa at reka longur suðureftir orsakað av kaldari sjógvi.

Ísurin kom óvart á mong skip í fjør, og tann upp til átta metrar tjúkki havísurin skræddi hol í skipsskrokkar, so nøkur sukku, skrivar American Geophysical Union, sambært Ingeniøren.

Støðan í fjør fer óivað at endurtaka seg vegna tess at veðurlagið verður lýggjari. Hetta ger, at ísurin hevur lættari við at flyta seg. Tað halda granskarar á millum øðrum University of Manitoba í Winnipeg í Kanada, sum vóru umborð á Amundsen í fjør og kannaðu ísin.

Granskararnir brúktu bæði dronur og fylgisveinadátur fyri at kunna fylgja við í, hvussu ísurin hevði flutt seg, áðrenn hann endaði í siglingarrennuni. Royndir eru eisini tiknar av tjúkdini á ísinum, temperaturi og saltinnihaldi.

Alt bendir á, at ísurin kom úr Lincolnhavinum norðanfyri Grønland, meira enn 3.000 kilometrar, umleið 1.700 fjórðingar, burturi, sambært veðurlagsgranskaranum og serfrøðinginum í arktiskum viðurskiftum, David Barber, á University of Manitoba.

Kelda: Ingeniøren