* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Charleston í USA.

Ovbyrjingin í bingjuhavnunum í Kalifornia breiðir seg um alt USA og hóttir við nýggjum seinkingum og øktum kostnaðum.

 

Trupulleikarnir bara vaksa, tí ein metstórur streymur av bingjum bíðar eftir at koma inn og út úr havnunum, samstundis sum havnunum vanta arbeiðsmegi orsakað av koronufarsóttini.

 

Tað skrivar The Wall Street Journal.

 

- Tað er óvanliga ørkymlandi at vera innflytari í hesum døgum. Øll royna at finna ein ventil, sum kann avlasta, men allir ventilar eru typtir, sigur Nathan Strang, stjóri hjá Flexport Inc., sum er ein speditørur í San Francisco, við blaðið.

 

Og tað eru ikki bara stóru havnirnar nærindis Los Angeles, sum eru raktar. Ovbyrjingin breiðir seg og rakar nú eisini havnirnar á eysturstrondini, sigur Niels Madsen varaforseti hjá danska Sea-Intelligence ApS.

 

Bíðitíðin at sleppa í havn á eysturstrondini – til dømis í havnini í New York - er 4,2 dagar. Um somu tíð í fjør var bíðitíðin 1,6 dagar.

 

Í áttandu størstu havnini í USA, Charleston, bíðaðu 19 bingjuskip hósdagin í farnu viku eftir at sleppa til bryggju. Talið á bingjum, sum bíðaðu meira enn 15 dagar, fór upp um 7.000 bingjur í farnu viku. Tað er ein øking upp á 40 prosent samanborið við undanfarna mánaðin.

 

Kelda: Søfart