* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Gøteborg í Svøríki.

Svenskt-norskt samstarv byggir í løtuni eina vetnismiðstøð í havnini í Gøteborg. Í longdini kan framleiðsluorkan víðkast, so at vetnisrikin skip eisini kunnu bunkra í havnini.

 

Havnafelagið, Gøteborgs Hamn AB, og norska orkufelagið, Statkraft, eru farin saman um at leggja lunnar undir eina framleiðsluskipan til vetni í havnini í Gøteborg.

 

Ætlanin er at byrja raksturin í 2023.

 

Vetnisskipanin skal hava eina orku upp á 4 MW, sum er tað sama sum tvey tons av vetni um dagin.

 

Tað upplýsir Gøteborgs Hamn á heimasíðu síni.

 

- Vit síggja longu nú stóran eftirspurning í og íkring havnina eftir akførum, sum verða rikin við vetni. Fleiri feløg ótolnast, og vit eru sannførd um, at vetnisframleiðsla her á staðnum verður eitt veruligt gjøgnumbrot.

 

Tað sigur Arvid Guthed, umboð fyri havnina í Gøteborg.

 

Kelda: Søfart/Gøteborgs Hamn