* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Í út við tveir mánaðar hevur bingjuskipið, Ital Liberia, siglt í indonesiskum sjógvi við deyða skipara sínum, tí havnir í Asia ikki vilja hava skipið í havn av ótta fyri Covid-19.

Nærum tveir mánaðar eftir at italski skiparin umborð á bingjuskipinum, Ital Libera, sum Evergreen eigur, doyði av koronu, siglir skipið framvegis við deyða skiparanum umborð. Havnir í Asia hava noktað skipinum havnarpláss, eftir at manningin fekk koronu.

 

61 ára gamli skiparin, Angelo Capurro, doyði av Covid-19 hin 13. apríl í indonesiskum sjóøki. Tað vóru onnur av manningini, sum høvdu smittuna við sær umborð.

 

Tað 5.090 teu stóra bingjuskipið var á veg úr Durban til Singapor, tá skiparin gjørdist sjúkur.

 

Hesar umleið 10 vikurnar síðan skiparin gjørdist sjúkur, hava fleiri havnir í Asia noktað skipinum at koma í havn.

 

Force majeure er lýst, og skipið er biðið um at venda sær til italskar myndugleikar og biðja teir taka sær av deyða skiparanum.

 

Vanlukkuliga støðan umborð á Ital Liberia hevur fingið familjuna hjá skiparanum at foundraisa á GoFundMe í royndini at fáa pening at gjalda fyri, soleiðis at skiparin aftur kemur til Italia.

 

-Vit vilja stríðast, alt vit eru ment, fyri at henda sorgarsøgan, sum hevur rakt okkum so meint, ikki endar sum eitt nummar í gloymdu hagtølunum, sigur dóttir skiparan, Maria Eleonora, við italsku ávísuna, La Republica.


Skipið var í gjár statt í Suezveitini - á veg upp í Miðjarðarhavið.

 

Kelda: Spash247