* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rúni Weyhe og Hans Jákup Jacobsen vardu hvør sína ph.d.-ritgerð stutt fyri jól.

Havsbrún fekk tveir doktarar stutt fyri jól

Tað vóru Rúni Weyhe og Hans Jákup Jacobsen, sum hvør í sínum lagi vardu sína ph.d. ritgerð.

Hósdagin 13. desember vardi Rúni Weihe sína ph.d. ritgerð á Norges miljø- og biovitenskapeliga universitet (NMBU). Ritgerðin snýr seg um javnvágina millum feitt og protein í laksafóðri. Niðurstøðan í ph.d.'ini er:

  • At laksur, sum fær fóður við høgum protein/feitt-lutfalli, meðan hann er á sjónum, útnýttar fóðrið betri og veksur skjótari, serliga um heystið (seinna hálvár).
  • Ein fóðurstrategi av hesum slagnum viðførur, at minni fóðurfiti legst á innvølirnar á laksinum og gevur tískil hægri kryvjiúrtøku.
  • Hóast ein fóðurstrategi, ið byggir á eitt proteinríkt fóður, hevur við sær dýrari fóðurprísir sammet við vanliga feittríka fóðurstrategi, vísa útrokningar betri gagnnýtslu av fóðrinum, styttri framleiðslutíð og hægri kryvjiúrtøku við proteinríku strategiini, sum førur til betri búskaparlig úrslit fyri alaran.

Seinastu 20 árini hevur man brúkt plantuproteinir ístaðin fyri fiskamjøl í laksafóðri. Planturávørur hava fleiri komponentar av anti-føðsluevnum, sum minka um sodningina av rávørunum í fóðrinum og kunnu elva til minni vøkstur og vánaliga heilsu. Man kann burturbeina ella minka um anti-føðsluevnini við at fría tær, býta tær sundur ella kloyva tær við enzymum.

Í ph.d.'ini skjalprógvar Hans Jákup at enzymið frá einum soppi, sum kallast Aspergillus niger, kann niðurbróta nøkur anti-føðsluevni, sum eru í soyamjøli og sum elva til bruna í tarminum hjá laksi. Hetta úrslitið er kannað við royndum á laks og minki. Úrslitið av hesum royndunum vísti, at enzymviðgjørt soya viðførur hægri sodning av jarn hjá laksi. Harumframt hevur granskingin eisini víst, at hart fóður hevur við sær at laksur etur minni og hevur tískil verri vøkstur.

Kelda: Havsbrún