* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur í bilskipinum, Sincerity Ace.

Heiðra sjófólk fyri bjaringarátak

Manningin á amerikanska ro/ro-skipinum, Green Lake, verður í næstu viku heiðrað fyri stóra arbeiði teirra fyri at bjarga fleiri av manningini á brennandi japanska bilskipinum, Sincerity Ace, í Kyrrahavninum 31. desember í fjør.

 

Sincerity Ace var á veg frá Japan til Hawaii við meira enn 3.500 nýggjum bilum, tá eldur kom í skipið, meðan tað sigldi í ringum veðri. Manningin royndi at sløkkja eldin, men varð at enda noydd at rýma av skipinum.

 

Veðrið og eldurin gjørdu tað ógjørligt at koma í námind av bjargingarbátunum.

 

Manningin boðaði japansku bjargingartænastuni frá, og henda lat uppgávuna víðari til amerikonsku bjargingartænastuna. Amerikanarar settu seg í samband við manningina á Green Lake, sum var tað skipið, ið var tættast við knattstøðuna, og bað tað sigla Sincerity Ace til hjálpar.

 

Tá ið Green Lake kom til knattstøðuna, vóru aldurnar nærum átta metrar høgar og tað var 25 m/s. At koma nær brennandi skipinum bar ikki til, so manningin á Sincerity Ace noyddist at lora seg niður við skipssíðuni, og soleiðis flýggja undan eldinum.

 

Av teimum 21 av manningini vórðu 16 bjargað, 5 doyðu.

 

Manningin á Green Lake verður heiðrað við “Gallant Ship Citation Award,” fyri at hava strítt seg gjøgnum ódnarveður í royndini at koma aðrari manning til hjálpar – undir vandamiklum umstøðum.

 

Kelda: Maritime Danmark