* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heilravmagniserað farleið í Oslofjørðinum

Oslofjørðurin verður grønari, tá størsta farleiðin í Noregi – sum ikki siglir við bilum, verður heilravmagniserað. Talan er um ferjurutuna millum Aker brygge og Nesoddtangen. Skundløðitøknin, sum verður nýtt, er hin fyrsta av sínum slag í Noregi.

 

Í minni enn eitt ár eru tær tríggjar ferðafólkaferjurnar, Kongen, Dronningen og Prinsen umbygdar frá rakstri við flótandi natúrgassi til streym, soleiðis at allar fráferðir nú verða uttan nakað útlát yvirhøvur.

 

Streymin fáa ferjurnar frá einari ravmagnsskipan við streymkapasiteti, sum svarar til eina miðalstóra norska kommunu.

 

Sambært Skipsrevyen eru “Nesoddbátarnir” í dag eitt grønt vindeyga til umheimin.

 

- Skipini vísa vegin fyri almennu ferðsluna í Oslo og Viken, sum skulu vera uttan útlát í 2028, skrivar blaðið.

 

- Tað er ófatiliga gott, at nesoddbátarnir nú eru ravmagnaðir. Hetta eru frálík tíðindi, ikki bara fyri tær 2,8 milliónir ferðafólkini, sum ferðast við bátunum um árið, men fyri alt Oslo, og málið at gerast ein “nullútlátsbýur.” Her fáa vit ein reinari, friðarligari og betri bý at ferðast í – samstundis sum við steðga útláti.

 

- Nú síggja vit fram til, at eisini bátarnir út á oyggjarnar verða ravmagnaðir komandi ár, sigur Arild Hernstad, borgarstjóri fyri umhvørvi og samferðslu.

 

Kelda: Skipsrevyen