* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Diamond Princess við bryggju í Japan.

Tá ein ókend sjúka herjaði eitt reikferðaskip í Japan fyri gott og væl ári síðan, hugsaðu eingin, at sjúkan fór at niðurleggja allan heimin. Nú verða søgurnar frá Diamond Princess sagdar í einum heimildarfilmi á HBO.

 

Søgan um skipið, har Covid-19 breiddi seg dag frá degi, fór um allan heim. Men í byrjanini var long fjarstøða millum søgurnar og restina av heiminum eins og útbrotið í Wuhan í Kina.

 

Framhaldið av hesi søgu kenna vit kortini øll.

 

Nú verður søgan søgd umvegis upptøkur og vitnisfrágreiðingar frá ferðafólkum, sum uttan at vilja tað komu at sita í avbyrging umborð á reikferðaskipinum í fleiri vikur.

 

Heimildarfilmurin, sum tú fært ein brellbita av niðanfyri, verður frumframførdur á HBO hin 30. mars í ár.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=NspHkPKzrww]
Heimildarfilmur verður nú gjørdur um reikferðaskipið, Diamond Princess.