* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Blendingsriknað reikferðaskipið, Roald Amundsen.

Heimsins fyrsta blendings-riknað reikferðaskip

Nýggjasta reikferðaskipið hjá norsku Hurtigrutuni, Roald Amundsen, er heimsins fyrsta reikferðaskip, sum verður blendingsrikið.

 

Hurtigrutan rópar Roald Amundsen fyri heimsins fyrsta reikferðaskip, sum verður belendingsrikið (hybrid). Hetta er samstundis fyrsta reikferðaskipið hjá Hurtigrutuni, sum eisini er rannsóknarskip. Systurskipið, Fritjof Nansen, verður latið reiðarínum seinni í ár.

 

Skipið skal á rannsóknarferð fram við norsku strondini til Svalbard, Grønlands, gjøgnum Útnyrðingsleiðina, og til Antarktis.

 

- Við hesum skipinum bróta við mørkini fyri, hvat hevur verið gjørligt fyrr. Tað er øðrvísi enn øll onnur ferðamannaskip, sum higartil eru smíðað, sigur Daniel Skjeldam, samtaksstjóri í Hurtigrutuni.

 

Minni nýtsla

Blendingsframdriftin, blandað við sniðinum á skrokkinum og munadyggar orku-tillagingar, minkar nýtsluna av brennievni og CO2-útlátið við 20 prosentum. Skipið kann sigla við streymi burturav í 15-30 minuttir í senn. Hóast tað ikki ljóðar av nógvum, so er blendingsraksturin við til at taka topparnar av nýtsluni.

 

Tað er samlaða CO2-sparingin, sum er týdningarmest, leggur leiðslan á Hurtigrutuni dent á. Reiðaríið hevur eisini beint alla nýtslu av eingangsplasti umborð á skipunum burtur. Tað merkir millum annað, at ein millión súgvirør eru spard burtur.

 

Kelda: Maritimt Magasin


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=V5_hkC47nk0]
Sjónband av nýggja rannsóknar-reikferðaskipinum hjá norsku Hurtigrutuni, Roald Amundsen.