* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spildurnýggja norska fiskiskipið, Libas, verður rikið við gassi og ravlaði.

Nýggja fiskiskipið var handað norska reiðarínum, Liegruppen AS, í Straume 11. mars í ár. Skipið er smíðað á Cemre Shipyard.

 

“Liegruppen og Salt Ship Design” hevur við hesum spildurnýggja skipinum ment heimsins fyrsta fiskiskip við gass- og ravlaðsrakstri. Nýbygningurin hevur ein 350 cum LNG-tanga, sum saman við einum stórum ravlaðspakka syrgir fyri framdráttinum. Skipið er gjørt út bæði til eitt og tvey trol.

 

Koronufarsóttin longdi ógvuliga nógv um tíðina at smíða skipið liðugt, men nú er Libas latið eigarunum, skipið er doypt og er í løtuni úti á fyrsta túri sínum.

 

- Høvuðsgrundin til at vit valdu at nýta LNG, er lítla umhvørvisávirkanin. Nox-útlátini minka 85 prosent. CO2-útláti verður í útgangsstøðinum minkað við 25 prosentum, blanda vit so við biogassi, so minkar CO2-útlátið upp aftur meira – upp ímóti 100 prosentum, sigur Bjarne Haldorsen, dagligur leiðari í Liegruppen.

 

Slík úrslit hóska eisini væl við veðurlagsmálið hjá norsku stjórnini at minka útlátini 50 prosent áðrenn 2030.

 

Kelda: Maritimt