* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Q13-arbeiðspallurin í Hollandi.

Norska Neptune Energy hevur saman við samstarvsfeløgum fingið stuðul at royndarkoyra vetnis/hydrogen-framleiðslu uttan fyri Holland. Ætlanin er hin fyrsta av sínum slag í heiminum.

 

Norska vetnisfelagið, Nel, boðar frá, at tað er vorðið partur av einum samtaki við navninum, PosHYdon, sum ger royndir við frálands-vetnisframleiðslu á Q13-boripallinum í hollendsku undirgrundini.

 

Ætlanin er hin fyrsta av sínum slag í heiminum, og pallurin var í síni tíð hin fyrsti ravmagniseraði pallurin í Hollandi.

 

Í ætlanini skal kannast, hvussu tríggjar ymiskar tøkniligar loysnir rigga saman í einum frálandsumhvørvi:

 

Havvindmyllur skulu lata nýggja orku (sum sveiggjar alt eftir veðrinum)

 

• PEM-elektroljósrør frá “Nel” skulu setast upp, ig hesar skulu framleiða upp í 500 kilo av grønum   

   vetni/hydrogeni um dagin við vindorku og sjógvi (sum fyrst skal avsaltast) umvegis elektroljós/lysu.

 

• Framleidda vetnið skal síðan sendast til lands umvegis núverandi rørleiðingar – blandað við  

   natúrgassi.

 

- Nel sær vetni frá sjóvarvindorku sum ein framtíðar lyklamarknað við veldugum vakstrarmøguleikum komandi 5 til 10 árini, og vit fegnast um at vera partur av hesi ætlanini, sum er tann fyrsta av sínum slag, sigur Filip Smeets, sum stendur á odda fyri elektroljósrør-ætlanini hjá Nel, í einum tíðindaskrivi.

 

Kelda: e24