* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spildurnýggja útlátsfría bingjuskipið, Yara Birkeland.

Heimsins fyrsta ravlaðs-bingjuskip, Yara Birkeland, er tilreiðar at verða sett í rakstur í 2022. Skipið er júst sýnt fram fyri almenninginum.

 

- Vit eru errin av at kunna vísa fram heimsins fyrsta ravlaðs- (elektriska) bingjuskip. Hetta fer at minka CO2-útlátið við 1.000 tonsum, sum er tað sama sum 40.000 túrar við dieselriknum lastbilum um árið.

 

Tað sigur Svein Tore Holsether, samtaksstjóri í Yara.

 

Yara Birkeland, sum longu hevur fingið nógva umrøðu í altjóða miðlum, er ment í samstarvi við Kongsberg Bólkin (Kongsberg). VARD hevur smíða skipið við fíggjarligum stuðli frá Enova og fer í rakstur í 2022.

 

- Vit hava leingi sæð fram til hendan dagin. Yara Birkeland skal ferma fóður millum Porsgrunn og Brevik og fer at gera sítt til at minka um útlátið í farmaflutningi. Hetta er grønt umskifti í praksis, og vit vóna, at hetta slagið av skipum verður byrjanin til eitt nýtt slag av útlátsfríum bingjuskipum, sigur Svein Tore Holsether.

 

Við hesum byrjar ein tvey-ára royndarkoyring av tøknini, sum skal gera skipið “sjálvkoyrandi” sum eitt fult elektriskt og autonomt (sjálvsiglandi) bingjuskip.

 

Við síðuna av Yara Birkeland hevur Yara arbeitt við at menna grønt ammoniakk sum útlátsfrítt brennievni til skipaferðsluna umvegis nýggja “Yara Clean Ammonia”.

 

Kelda: Maritimt