* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nyggja VLOC-skipið, Sea Victoria, hevur eina bløðruskipan undir botninum.

Nýggja “Very Large Ore Carrier (VLOC-skip), Sea Victoria, er komið til Ponta da Madeira Maritime Terminal í brasilska Sao Luis at taka fyrstu lastina av jarnmálmi. Skipið er fyrsta VLOC-skipið í heiminum, sum er útgjørt við luftbløðrum undir skrokkinum.

 

Luftbløðruskipanina hevur bretska fyritøkan, Silverstream Technologies, veitt, og í henni eru 10 kompressarar, sum pumpa luft niður til 20 dýsuskipanir undir botninum á skipinum.

 

Endamálið er at minka mótstøðuna í sjónum hjá 340 metrar langa og 324.268 dwt stóra skipinum, og sostatt minka um brennievnisnýtsluna. Roknað verður við at spara millum 5 og 8 prosent.

 

Á eini mynd niðanfyri sæst, tá dýsuskipanirnar vera settar í.

 

Kelda og myndir: Yiu Lian Dockyards / Maritimedanmark