* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins havnir binda seg til ST-mál

Útivið 1000 havnir og fyritøkur, sum hava við havnavirksemi at gera, hava bundið seg til at arbeiða ímóti at røkka teimum 17 burðardyggu málunum hjá ST. Tað hendi á eini ráðstevnu í Antwerpen í síðstu viku. 

Tær mongu fyritøkurnar fara serliga at leggja dent á fimm umráði í framtíðar arbeiðnum. Talan er um menning av undirstøðukervi, veðurlagi og orku við denti á tiltøk, ið stuðla upp undir at røkka málunum í veðurlagsavtaluni í París, samfelagsliga integratión, trygd - herundir teldutrygd og gjøgnumskygni í etikki og leiðslu.

"Havnir um allan heimin arbeiða ímóti eini framtíð, sum er bygd upp kring burðardygg búskaparlig átøk, ið fara at hjálpa okkum at lúka ikki bert alheims málini, men eisini lokalu avbjóðingarnar, vit hava, sum t.d. veðurlagsbroytingar, flytføri, talgilding og sosiala integratión,” segði  Jacques Vandermeiren, stjóri í Antwerp Port Authority. á ráðstevnuni.

Avtalan varð undirskrivað 22. mars av European Sea Ports Organisation (ESPO), Worldwide Network of Port Cities (AIVP), American Association of Port Authorities (AAPA), World Association for Waterborne Transport Infrastructure (PIANC) og International Association of Ports and Harbours (IAPH). 

Kelda: World Maritime News