* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi oyðarin, USS Zumwalt.

Heimsins kostnaðarmiklasti oyðari tikin í brúk

Gott og væl 30 milliardir krónur hevur tað kosta amerikonsku skattaborgarunum at menna og lata smíðja nýggjasta oyðaran hjá amerikanska flotanum, USS Zumwalt. Afturfyri hava amerikanarar fingið ein oyðara, sum er mestsum ósjónligur á radaranum hjá fíggindanum, og vápnaútgerðin umborð er nóg stór at gera enda á einum minni flota.

 

Um peningurin er givin væl út, verður tað nú kjakast um. Rættiliga nógvir tøkniligir trupulleikar hava verið á vegnum, og tað eru seks ár, síðan skipið kom á sjógv, og til US Navy nú hevur góðkent skipið. Endiliga eru tey farin í gongd við at gera vápnagoymsluna tilreiðar til virknað tænastu.

 

Tá fyrsta hugskotið um skipið sá dagsins ljós, var tað ætlanin, at oyðarin í Zumwalt-flokkinum skuldi vera framtíðarinnar amerikanski oyðari. Tað verður hann ikki, tí til tað er hann alt ov kostnaðarmikil og torgreiddur.

 

Tað verða bara smíðaðir tríggir oyðarar av hesum slagnum, USS Zumwalt er tá roknaður uppí.

 

Kelda: Maritime Danmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=H2xxr8DDeuY]
SJÓNBANDAUPPTØKUR.