* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins longsti bátur verður í 2020 eitt hav-aliskip.

Heimsins longsta skip verður eitt alibrúk

Norska alifelagið, Nordlaks, letur í løtuni byggja tað, sum eftir øllum at døma verður heimsins longsta skip í 2020, nevniliga eitt hav-alibrúk.

 

Nordlaks gjørdi í februar í ár sáttmála við kinesisku skipasmiðjuna, CIMC Raffles, um at smíða semi-tvíkiljuna á skipasmiðju teirra í Shandong-landslutinum.

 

Skrokkurin á hav-alibrúkinum ella aliskipinum verður 430 metrar langur, og tað ger hetta til heimsins longsta skip.

 

Sambært talsmanninum hjá Nordlaks, Lars Fredrik Martinussen, er felagið tilreiðar at fara undir havaling annan ársfjórðing í 2020.

 

Mánadagin í hesi vikuni gjørdi felagið eisini sáttmála um aðra útgerð, sum skal nýtast til havalingina.

 

Pláss verður fyri 10.000 tonsum av laksi í nýggja alibrúkinum, sum altso hesaferð verður á havinum.

 

Kelda:  Maritime Executive


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6Tvpny5WxyM]
Sjónband av komandi aliskipinum hjá norska Nordlaks.