* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsti brunnbátur er júst farin av bakkastokki í Turkalandi. Norðmenn eiga nýggja brunnbátin.

Heimsins størsti brunnbátur farin av bakkastokki

Ronja Storm er navnið á heimsins størsta brunnbáti. Skipið er júst farið av bakkastokki á Cemre-skipasmiðjuni í Turkalandi.

 

Brunnbáturin er 116 metrar langur og 23 metrar breiður. Hann fær pláss fyri 7.450 kubikkum av vatni í fiskatangunum, og tað er tvífalt so nógv, sum aðrir stórir brunnbátar rúma.

 

Haraftrat skal hetta nýggja flaggskipið hjá reiðarínum, Søvtrans, taka 5.000 kubikk av feskvatni.

 

Ronja Storm verður seinni sleipað til Noregs, her skipið skal smíðast liðugt á Havyard. Tá skipið er tilreiðar at fara í sigling, verður ein 10-ára sáttmáli gjørdur við alifelagið, Huon, í Tasmania – uttanfyri Avstralia.

 

Kelda: Skipsrevyen