* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta bingjuskip, MSC Gülsün, er aftara skipið á myndini.

Heimsins størsta bingjuskip latið eigarunum

Samsung Heavy Industry-skipasmiðjan í Suðurkorea hevur júst handað eigarunum eitt bingjuskip, sum fyri fyrstu ferð hevur pláss fyri 24 røðum av bingjum tvørtur um skipið. Tað gevur pláss til 1.500 eyka bingjur og ger sostatt skipið við 23.000 teu til heimsins størsta bingjuskip.

 

Skipið, sum eitur MSC Gülsün, er tað fyrsta av í alt 11 skipum av hesum slagnum, og tað er MSC, sum komandi níggju mánaðirnar skal hava øll skipini. Hetta fyrsta skipið fer jómfrútúr frá Xingang til Norðurevropa 8. juli.

 

MSC Gülsün er 400 metrar langt og 61,5 metrar breitt og verður einsamalt á trónini sum heimsins størsta bingjuskip, til tey næstu koma á marknaðin um nakrar mánaðir.

 

Maersk setti annars ein nýggjan standard fyri kapasitetin á bingjuskipum, tá reiðaríið kom við Emmu Maersk, sum er uppá 14.770 teu. Skipið var bara tríggjar metrar styttri enn MSC Gülsün, men hevði “bara” pláss til 21 røðir av bingjum tvørtur um skipið og nógv færri bingjur í hæddini.

 

Kelda: Maritime Danmark