* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Color Hybrid er heimsins størsta blendingsskip.

Heimsins størsta blendingsskip doypt í Noregi

Ársins skip í Noregi, Color Hybrid, var doypt í Sandefjord leygardagin. Talan er um heimsins størsta “plugg-inn” Blendings(hybrid)skip.

 

- Dópurin er ein tíðarvarði bæði fyri Color Line og fyri samlaðu norsku sjóvinnuna, sigur stjórin í Color Line, Trond Kleivdal.

 

Hann leggur aftrat, at felagið er errið av, at sjálvur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, vildi vera gumma, nú skipið varð doypt.

 

Color Hybrid er heimsins størsta plugg-inn blendingsskip. Tað er 160 metrar langt (Norrøna er 161 metrar long), tekur 2.000 ferðafólk og umleið 500 bilar.

 

Color Hybrid er smíðað á Ulstein-skipasmiðjuni, og meira enn 70 prosent av leverandørunum eru norskir.

 

Blendingsskipið tekur í brúk heilt nýggjar loysnir fyri at minka um larm og útlát, og talan er um eitt plugg-inn blendingsskips, har battarí upp á fimm megawatt verða lødd við umhvørvisvinarligum streymi frá landstreymskipanum.

 

Skipið fer at sigla inn og út eftir firðunum nærum ljóðleyst og uttan skaðilig útlát av gassum og svávuli.

 

Battarípakkin vigar 65 tons, og tað tekur ein tíma at løða.

 

Kelda: Skipsrevyen