* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins størsta flótandi verksmiðja komin upp á pláss

Togað av 6 sleipibátum er risastóra flótandi LNG-verksmiðjan Prelude hjá Shell nú komin upp á pláss á framleiðsluøkinum 475 km út fyri avstralsku strondini, har hon er løgd fyri teym við 16 akkerum.

Roknað verður við, at tað fer at taka 9-12 mánaðir at rigga verksmiðjuna til at fara undir framleiðslu. 

Prelude er bygd at kunna framleiða 3,6 mió tons av LNG um árið, 1,3 mió tons av kondensati og 0,4 mió. tons av LPG og skal næstu 20-25 árini liggja fyri akkeri 475 km í ein landnyrðing út fyri Broome í Avstralia á 250 metra dýpi.

Prelude er við sínum 600.000 tonsum ikki bert heimsins størsti flótandi bygningur. Við einum kostnaði upp á 12 mia. dollarar er hon eisini eitt av heimsins dýrastu skipum - ella flótandi bygningum.