* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hornsea 1 er heimsins størsta havvindmyllulund.

Heimsins størsta havvindmyllulund framleiðir nú streym

Fyrsta vindmyllan í heimsins størstu havvindmyllulund, Hornsea 1, er sett til og framleiðir nú streym.

 

Tá Hornsea 1 stendur liðug, verður lundin tvífalt so stór sum Walney Extension, sum í dag er heimsins størsta havvindmyllulund.

 

Hornsea 1 verður so stór, at hon fer at kunna veita streym til meira enn eina millión bretsk heim við streymi frá vindorku.

 

Hornsea 1 liggur 120 km frá Yorkshire, og í alt 174 Siemens Gamesa 7 MW-myllur vera í lundini. Meginparturin av veingjunum verða framleiddir í Hull, og teir verða eisini avskipaðir haðani beinleiðis út til Hornsea 1.

 

Hornsea 1 er hin fyrsta vindmyllulundin í einum nýggjum ættarliði av havvindmyllulundum. Hesar vindmyllulundirnar kunnu kappast við vanlig orkuverk á land í framtíðini.

 

Kelda: Søfart