* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins størsta kranaskip á jomfrúferð

Heimsins størsta og sterkasta kranaskip, Sleipnir, er tilreiðar at at leggja leiðina móti Spania.

 

Roknað verður við, at ferðin úr Singapor til Spania fer at taka 45 dagar.

 

Sleipnir er uppkallað eftir norrøna gudinum, Sleipnir. Hetta velduga kranaskipið ella kranafarið hevur eitt 220 metrar langt og 102 metrar breitt dekk, og tað er sostatt størsta kranaskipið í heiminum.

 

Umborð á Sleipnir eru tveir risastórir kranar, sum longu nú hava lyft 11.000 tons hvør. Hetta er eisini fyrsta farið av sínum slag, sum umframt at vera rikið við diesel eisini kann rekast við LNG.

 

Pláss er fyri 400 fólkum umborð á kranaskipinum, og tað fer at arbeiða við stórum uppgávum sum undirstøði á boripallum, yvirpartinum av pallum, stóruppgávur á djúpum vatni, akkersarbeiði við boripallar og líknandi.

 

Mett verður, at kranaskip sum Sleipnir fara at kollvelta olju- og frálandaídnaðin í framtíðini.


Kelda: The Maritime Executive 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=IPQGXe4q4J0]
Sjónbandaupptøkur av Sleipnir.