* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta skip, MSC Gülsün.

Heimsins størsta skip hevur fullført jomfrúferðina

Heimsins størsta skip, MSC Gülsün, hevur nú fullført jomfrúferð sína úr Asia til Evropa. Tað skrivaði MSC Mediterranean Shipping Company í gjár, mánadagin.

 

Sambært AIS-inum er MSC Gülsün komið til Bremerhaven í Týsklandi. Ferðin byrjaði annars í Kina.

 

400 metrar langa og 60 metrar breiða skipið tekur 23.756 TEU (20 fóts-bingjur). Sagt verður, at hetta risa skipið hevur lægri CO2-útlát mált uppá hvørja einstaka bingju enn onnur bingjuskip.

 

Hetta er fyrsta skipið av einari røð uppá 10, sum skulu smíðast. Hetta fyrsta, MSC Gülsün, og fimm aftrat, verða smíðað á Samsung Heavy Industries-skipasmiðjum í Suðurkorea.

 

Seinastu fýra skipini verða smíðað á Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering – eisini í Suðurkorea.

 

Lítla CO2-útlátið á hesum nýggja risaskipinum prógvar, at MSC er tilreiðar at møta altjóða krøvunum til útlát, sum koma í gildi í 2030. Tað metir í hvussu er reiðaríið sjálvt.

 

Kelda: gCaptain