* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru kinesisku skipasmiðjusamtøkunum, China Shipbuilding Group.

China Shipbuilding Group er eitt av kinesisku feløgunum, sum eru komin á svartalista hjá USA  fyri teirra virksemi at byggja undirstøðukervið á manngjørdum oyggjum í Suðurkinesiska havinum, sum fleiri lond í økinum gera krav uppá.

 

Amerikanska handilsmálaráðið segði mikudagin, at skipasmiðjusamtakið, sum er tað størsta í heiminum, saman við 23 øðrum kinesiskum feløgum og fólkum, er komið á revsiatgerðarlistan hjá USA og tískil ikki kann keypa amerikanskar vørur.

 

Tað skrivar Splash.

 

Økini í Suðurkinesiska havinum hava leingi verið miðdepil í geopolitiskum stríði, tí lond sum Malaysia, Brunei, Filipsoyggjar, Taiwan og Vjetnam gera øll krav uppá partar av havumráðnum. Men Kina heldur uppá, at alt hetta økið er teirra.

 

Maritimedanmark.dk endurgevur ein framsøgumann á kinesisku sendistovuni í Washington fyri at siga, at oyggjarnar í Suðurkinesiska havinum “er ein integreraður partur av økinum hjá Kina.”

 

China Shipbuilding Group varð sett á stovn við einari samanlegging í fjør millum tvey ríkisstuðlaði samtøk, CSIC og CSSC.

 

Kina hevur bygt fleiri eftirgjørdar oyggjar í umstrídda økinum.

 

Kelda: Maritim Danmark