* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins størsta skipasmiðja, suðurkoreanska Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering (DSME), hevur undirtøku frá meginpartinum av lánsbrævalánarunum og øðrum lánsveitarum fyri eini skuldarsanering og harvið bjargingarætlan fyri skipasmiðjuna, ið hevur havt undirskot seinastu fýra árini. Tað skrivar Bloomberg.

Lánsbrævalánararnir hava góðtikið at umleggja helvtina av áogn síni til partabrøv og útseta gjaldingina av írestandi partinum av láninum í trý ár.

Teir báðir almennu bankarnir í Suðurkorea, Korea Development Bank (KDB) og Export-Import Bank of Korea (EXIM Bank), eru størstu lánsveitararnir í Daewoo-skipasmiðjuni, sum m.a. byggir skip fyri Maersk Line.

"Megintrupulleikarnir eru loystir. Skipasmiðjan hórar undan," sigur kredittgreinarin Kim Ki-myung íKorea Investment & Securities i Seoul við Bloomberg.

Kelda: shippingwatch.dk