
“Europe” varð smíðað í 2002 sum eitt av fýra tangaskip. Tað eru fýra av størstu tangaskipunum í heiminum, sum nakrantíð eru smíðað. Euronav hevur átt hetta velduga skipið, sum hevur pláss fyri 4 milliónum føtum av ráolju, síðan 2004, men sum nú er selt sum goymsluskip (FSO) til áhugamál í Liberia.
Fyri umleið tveimum vikum síðan varð boðað frá, at 441.600 dwt. stóra tangaskipið var selt, men ikki fyrr enn nú boðar VesselValue frá, at SA Europe Maritime of Liberia er keyparin.
Europe eitur nú SA Europe og er sambært VesselValue selt fyri 42 milliónir dollarar. Skipið var skuldarfrítt, og tað hevur við sær, at Euronav kann bóka 34,7 milliónir dollarar fyri søluna.
Hinir tríggir risarnir - Ultra Large Crude Carriers, vóru smíðaðir í 2002 og 2003, og tað er Euronav, sum framvegis eigur tey skipini.
441.600 dwt. stóra Oceania liggur við lágsvávulolju (VLSF) til nýtslu hjá egnum reiðaríi, meðan Africa og Asia, sum hvørt er upp á 432.000 dwt., bæði eru broytt til FSO-skip og hava langtíðarsáttmálar í Qatar.
Skipini eru 380 metrar long og 68 metrar breið.
Kelda: Tradewinds / Maritimedanmark