* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grafisk mynd av Heimsins størsta brunnbáti, Ronju Storm.

Heimsins størsti brunnbátur

Ronja Storm eitur næsti brunnbáturin hjá Sølvtrans. Báturin verður í løtuni smíðaður á Havyard, og tá hann er liðugur, er talan um størst brunnbát í heiminum.

 

Hann verður 116 metrar langur og 23 metrar breiður. Pláss verður fyri 7.450 kubikkmetrum av vatni í tangunum, umleið tvífalt av tí, sum vanligir brunnbátar taka.

 

Haraftrat skal báturin taka 5.000 kubikkmetrar av feskvatni.

 

“Ronja Storm er ein stór og spennandi verkætlan, og arbeiðið gongur eftir ætlan. Skipið verður latið eigarunum um ársskiftið. Hetta er í veruleikanum ein risaætlan, sum er grundað á tætt samstarv við reiðaríð og týdningarmiklar leverandørar,” sigur Geir Johan Bakke, stjóri á Havyard.

 

Skipið byrjar at arbeiða í Tasmania í Avstralia komandi summar.

 

Kelda: Skipsrevyen