* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her liggur heimsins størsti brunnbátur, Ronja Storm, við bryggju hjá Havyard-skipasmiðjuni í Leirvik.

Heimsins størsti brunnbátur

Skrokkurin til heimsins størsta brunnbát, Ronju Storm, liggur nú við Havyard-skipasmiðjuna í Leirvik í Noregi.

 

At Ronja Storm verður heimsins størsti brunnbátur merkir ikki bara, at hann við sínum 116 metrum er longstur, nógv longri enn aðrir brunnbátar. Heldur ongi skip í heiminum kunnu framleiða so nógv feskvatn sum Ronja Storm. Hvørt samdøgur kann skipið framleiða 16,8 milliónir litrar av feskvatni.

 

Sostatt kann brunnbáturin framleiða feskvatn, ið svarar til nýtsluna hjá 100.000 norðmonnum, sigur Havyard í tíðindaskrivi.

 

Heldur ongin brunnbátur hevur so stóran kapasitet av fiskatangum.

 

- At Ronja Storm er heimsins størsti brunnbátur snýr seg ikki bara um fysisku støddina. Tað, sum er í miðdeplinum, er varislig og trygg viðgerð at stórum mongdum av fiski, og tað hevur sett krøv til menning av nýggjum loysnum og útgerð, sigur Kjetil Myren, seniorsniðgevi í Havyard Design & Solution við Skipsrevyen.

 

Ronja Storm verður handað Sølvtrans eina ferð í heyst 2019. Huon Aquaculture í Tasmania skal brúka bátin.

 

Kelda: Skipsrevyen