* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsins størsti LNG-tangabátur ávegis

Kinesiska skipasmiðjan, Hudong-Zhonghua Shipbuilding, er saman við norska klassafelagnum, DNV GL, farið undir at smíða heimsins størsta LNG-tangabát.

Almenna skipasmiðjan, sum frammanundan smíðar kinesiskar LNG-tangabátar, fer saman við forska felagnum at menna eitt skip við einum kapasiteti uppá 270.000 cbm.

Q-Max røðin frá Samsung Heavy Industries hevur ein kapasitet uppá 266.000 cbm.

Kina er á veg at gerast heimsins størsti gass-innflytari. Sambært upplýsingum frá DNV GL innflutti Kina 27,8 milliónir tons av LNG í 2017, meðan mongdin í 2018 var vaksin við 42 prosentum til meira enn 54 milliónir tons.

Roknað verður við, at innflutningurin fer at vaksa til meira enn 100 milliónir tons í 2030 sum liður í átakinum “protecting blue Sky”.

Partarnar hava eisini gjørt avtalu um at smíða eitt 15.000 TEU stórt bingjuskip, sum eisini skal rekast við LNG.

Kelda: World Maritime News/Maritime Danmark