
Heimsins størsti oljupallur til verka í Norðsjónum
Nýbygdi oljupallurin hjá Maersk Drilling, Maersk Invincible, er nú á veg til norska Valhal-feltið, har hann skal fara undir ein fimm-ára sáttmála við Aker BP. Pallurin hevur síðani 22. mars ligið klárur út fyri Stavanger. Marknaðurin fyri boripallum hevur leingi verið slakur við uppleggingum og uppsagnum sum avleiðing. Tað hevur eisini verið galdandi fyri Maersk Drilling Norge, sum síðani 2015 hevur skert talið á meðarbeiðarum við 500 og nú hevur 850 mans í arbeiði. Tí fegnast felagið um, at heimsins størsti pallur, Maersk Invincible, skjótt fer undir arbeiðið í Valhal-feltinum. “Samanbera vit við nógvar av kappingarneytum okkara, er støða okkara betri. Nú hava vit ein nýggjan pall á veg og fáa fimm í rakstur á norska landgrunninum. Tað bøtir eitt sindur um støðuna, og vit tryggja arbeiðspláss hjá okkum sjálvum og hjá veitarunum,” sigur stjórin Jacob Korsgaard, Maersk Drilling Norge, við Aftenbladet. |