
ForSea hevur júst sett heimsins størsta ravlaðspakka (battarípakka) umborð á Tycho Brahe og hevur sostatt økt ravlaðsorkuna við 50 prosentum til 6.400 kWt. Sostatt siglur ferjan nú aftur við ravlaði millum Helsingør og Helsingborg.
- Vit eru errin av at kunna hátíðarhalda væl eydnaðu víðkanina av ravlaðsrakstrinum. Okkum dáma framstig, læra av mótgangi, og vit fara ongantíð at víkja frá grønu leið okkara. Hetta er aftur eitt mál okkara rætta vegin at gera heimsins burðardyggasta flutningsfelag, sigur Kristian Durhuus, CEO í ForSea.
- Tycho Brahe og Aurora eru heimsins størstu ravlaðsriknu ferjur á eini háfrekvent rutu og CO2 útlátið er, síðan vit fingu ravlað í ferjurnar, minkað við 65.000 tonsum, skrivar reiðaríð í einum tíðindabrævi.
Skiftið til grønt ravmagn fer sambært reiðarínum longu í heyst 2022 at liva upp til málið hjá Danmark og Svøríki um at minka um CO2 útlátið við 70 prosentum.
Kelda: ForSea