* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrsti umhvørvisbáturin av sínum slag. Hann verður rikin við ravmagni burturav.

Umhvørvisbáturin “Pelikan 2” er serliga sniðgivin til úrslitagóða savning av flótandi burturkasti. Báturin, sum er smiðaður á Grovfjord Mekaniske Verksted, varð doyptur í farnu viku.

 

Gumman, 14 ára gamla Tora Elgsaas, limur í Miljøagentene, er upptikin av, at túsundtals ungfólk um allan heim eru virkin í arbeiðinum at beina burtur órudd og skrell í firðum og í havinum.

 

- Nógv ungfólk óttast, at vit um nøkur ár hava meira plastikk enn fisk í havinum. Tey vaksnu hava eina ábyrgd av at lata frískar, heilsugóðar firðir til næsta ættarliðið. Tí er tað spennandi og gleðiligt, at vit ungfólk fáa loyvi at vera við at doypa fyrsta umhvørvisbátin, sum verður rikin við ravmagni burturav.

 

- Tað gevur okkum íblástur at taka ábyrgd, og at satsa meira upp á umhvørvisvinarliga tøkni, sigur Tora Elgsaas.

 

Nýskapandi samstarv

Havnarstjórin í Oslo, Ingvar M. Mathisen, er errin av at kunna veita Oslo hendan fyrsta arbeiðsbátin av sín slag, og sum onki útlát hevur.

 

- Eg takki Grovfjord Mekaniska Verkstaði, sum hevur smíðað bátin. Tað eydnaðist okkum at skapa eitt nýtt slag av báti takka verið einum góðum og nýskapandi samstarvi, segði Mathisen.

 

Kelda: Skipsrevyen