* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Heimsmarknaðurin fyri brúkt skip nógv øktur

Havgangandi skip fyri 12,5 mia. dollarar eru handlað í ársins fyrstu sjey mánaðum. Hetta er ein munandi hækking samanborið við somu tíð í fjør. Griksk shipping feløg stóðu fyri góðum 25 pst. av handlinum.

Sambært grikska Allied Shipbroking vórðu í ársins fyrstu sjey mánaðum handlað 950 skip sammett við 714 skip somu tíð í fjør, har umsetningurin varð gjørdur upp til 9,74 mia. dollarar.

Griksk shippingáhugamál keyptu tilsamans 175 skip í øllum bólkum fyri slakar 3,5 mia. dollarar, har tey í fjør stóðu fyri keypi av 153 skipum fyri tilsamans uml. 2,4 mia. dollarar.

Turrlastaskip drógu mest millum griksku shipping feløgini, sum keyptu 114 skip í ár, meðan tangaskipini vóru 37 í tali.

Kelda: Shipping Herald